- Tíðindi, mentan og ítróttur
Landsstýrismálanevndin viðger kæru um makrelbýtið

Landsstýrismálanevndin avgjørdi í gjár at viðgera kæruna frá Høgna Hoydal um makrelbýtið.

Nevndin hevur sent kæruna til hoyringar hjá løgmanni og landsstýrismanninum í fiskivinnumálum, og fer síðani at viðgera málið aftur eftir ólavsøku, sigur Sirið Stenberg, forkvinna í nevndini.

Høgni Hoydal hevur kært løgmann og landsstýrismannin fyri heimildarloysi og ólógligar avgerðir í fyrisitingini av makrelfiskiskapinum í 2012.

Hin kæran frá Høgna Hoydal, sum landsstýrismálanevndin hevur, verður avgreidd í næstu viku, tá nevndin fer at gera niðurstøðu.

Høgni Hoydal kærdi løgmann og landsstýrismannin í fíggjarmálum fyri at bróta stýrisskipanarlógina, tí Uttanlandsnevndin ikki varð kunnað, áðrenn samráðingar vóru við donsku stjórnina um at hækka blokkstuðulin, og avgerð varð tikin um at steingja sendistovuna í London og flyta virksemið til Brússel.