Annika vil hava pengar til vardan bústað

Annika vil hava pengar til vardan bústað
Landsverk hevur mett byggikostnaðin at vera 1,4 mió. kr.
Annika Olsen, landsstyriskvinna, hevur biðið um ráðførslu við Fíggjarnevndina
 
07.05.2014 - 08:58

Landsstýriskvinnan í almannamálum hevur biðið Fíggjarnevndina um ráðførslu um pengar til ein vardan bústað. 

Talan er um vardan bústað, sum skal innrættast soleiðis, at pláss er fyri serligum hjálpartólum. Eingin slíkur bústaður er í landinum.  Í løtuni er stórur tørvur á at útvega tílíkan bústað. Landsverk hevur mett byggikostnaðin at vera 1,4 mió. kr. 

Einki sett av

Einki er sett av til júst hesa verkætlan í fíggjarlógini fyri 2014. Men pengarnir eru til í játtanini hjá Almannamálaráðnum, pengar, sum annars ikki verða brúktir í ár. Teir kunnu tó ikki brúkast til serliga varda bústaðin uttan heimild. Og tann spurningin vil Annika Olsen ráðføra seg við Fíggjarnevndina. 

Almannamálaráðið vil hava, at løgujáttanin til bústovnar í ár eisini umfatar varda bústaðin, sum hevur skund at byggja.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 14. august
RagnarRokk: Tom Hoppelshäuser um Phosphor
209149
Hósdag 13. august
RagnarRokk 13.august 2026
209867
Hósdag 13. august
RagnarRokk: Richie Faulkner um Evolution
209866
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659