Eingir pengar til trýsttangan

Eingir pengar til trýsttangan
Nú ber ikki til at viðgera kavarasjúku í Føroyum
 
07.05.2014 - 10:01

Frá 1.juni ber ikki til at viðgera kavarasjúku í Føroyum. Og frá tí degi sleppa kavararnir hjá Vørn ikki at kava.

Vørn upplýsir, at stjórnin og depilsleiðslan á Landssjúkrahúsinum boðaði frá fyri einari viku síðani, at raðfestingar í játtanarkarminum hjá Landssjúkrahúsinum gera, at eingin viðgerð av sjúklingum í trýsttanga verður eftir 31.mai. Fyri góðum tveimum árum síðani fingu kavararnir hjá Fiskiveiðueftirlitinum forboð fyri at kava í nakrar dagar.

Einasti tangin í landinum

Tá avgjørdi sáttmálaloysi millum Fíggjarmálaráðið og Serlæknafelagið, at eingin lækni var at manna trýsttangan. Men tá fekst ein loysn. Fiskiveiðueftirlitið keypti trýsttangan í 1992. Hetta er einasti trýsttangi í Føroyum. Síðani tá eru knappliga 20 kavarar viðgjørdir í honum. Eingin kavari hjá Fiskiveiðueftirlitinum hevur tó higartil havt brúk fyri viðgerð í tanganum. 

Elmar Højgaard, stjóri í Vørn, sigur, at kavararnir hjá Vørn sleppa ikki at kava, so leingi eingin lækni er til trýsttangan.    

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 13. november
LEITISSTEIN 13.11.2026 (Anna Katrin Egilstrøð)
216384
Fríggjadag 13. november
Tekstur til tónleik: Vald
216134
Fríggjadag 13. november
Breddin: Miðlastuðul og vitlíki í bókmentum
216363
Fríggjadag 13. november
Lazarus - Beinleiðis úr Studio 5
216358
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364
Hósdag 12. november
Veðrið
216328
Hósdag 12. november
Talvið um Tinganes (2:2)
216265