- Tíðindi, mentan og ítróttur
Frants Jensen nýggjur aðalskrivari

<p>Landsnevndin í Bláa Krossi Føroya hevur sett 39
ára gamla Frants Jensen í starv sum aðalskrivara í felagsskapinum.</p>
<p>Frants er útbúgvin journalistur og hevur drúgvar
royndir innan fjølmiðlavirksemi. </p><p>Seinastu árini hevur hann verið blaðstjóri á
Trúboðanum. Frants hevur ymiskar leiðsluroyndir og útbúgvingar innan leiðslu.
Eitt nú hevur hann eitt tíðarskeið verið virkandi aðalskrivari í
Heimamissiónini, og síðani 2007 hevur hann staðið á odda fyri øllum miðlaøkinum
hjá Heimamissiónini. Frants er virkin á mongum økjum, eitt nú hevur hann verið
formaður í Ísraelsmissiónini seinastu 10 árini.</p>
<p>Hann byrjar í starvinum hálvan august, og tekur
við eftir Hjalmar Hansen, sum fer í starv sum deildarstjóri á Handilsskúlanum á
Kambsdali.</p>



















