Fara nú at viðgera kæruna um Johan Dahl

Fara nú at viðgera kæruna um Johan Dahl
Allir fýra andstøðuflokkar hava kært fyrisitingina hjá landsstýrismanniní sambandi við fíggjarligu viðurskiftini á Strandferðsluni i fjør
 
08.05.2014 - 08:02

Týsdagin fer Landsstýrismálanevndin at hava fund um kæruna um Johan Dahl, landsstýrismann í vinnumálum. Allir fýra andstøðuflokkar hava kært fyrisitingina hjá Johan Dahl í sambandi við fíggjarligu viðurskiftini á Strandfaraskipum Landsins í 2013.

Floksformenninir, sum hava skrivað undir kæruna, vísa til frágreiðingina og viðmerkingarnar hjá Løgtingsgrannskoðarunum, sum løgtingið fekk 1.mai. Í teimum eru nógvar óvanliga hvassar atfinningar at Vinnumálaráðnum og landsstýrismanninum.

Skal gera fleiri niðurstøður

Andstøðan vil nú hava Landsstýrismálanevndina at gera niðurstøður um, hvørt Johan Dahl hevur fyrisitið á lógligan hátt, hildið stýrisskipanarlógina, lógina um landsins játtanarskipan og lógina um ábyrgd landsstýrisins. Harafturat um Johan Dahl annars hevur røkt tær skyldur, sum áliggja honum sambært lógum og regglum í fyrisitingini av hesum málinum, sum er fíggjarliga støðan hjá Strandferðsluni í 2013.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 19. mars
RagnarRokk 19.mars
204937
Hósdag 19. mars
RagnarRokk: Robin McAuley um Paralyzed
204938
Hósdag 19. mars
Nýtt ljóð 19. mars 2026
205893
Hósdag 19. mars
Fyrsta val 19. marts 2026
205872
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 19. mars
Tinggáttin
205900
Hósdag 19. mars
Veðrið
205895
Hósdag 19. mars
Undir egið borð
205875
Hósdag 19. mars
Andgletturin - Fólkaflokkurin
205869