Vinstri størri enn samgonguflokkarnir

Vinstri størri enn samgonguflokkarnir
Tað gongur framvegis av skriðuni hjá danska Javnaðarflokkinum, sum stendur seg illa í veljarakanningunum
Lars Løkke Rasmussen, formaður í Vinstra, hevur so góðan byr í veljarakanningunum, at hevði val verið nú, hevði Vinstri fingið fleiri fólkatingssessir enn allir samgonguflokkarnir tilsamans.

18.06.2012 - 17:18

Ein meiningakanning í Danmark vísir, at Vinstri nú er størri enn allir tríggir samgonguflokkarnir tilsamans.

Sambært kanningini, sum Voxmeter hevur gjørt fyri Ritzau, høvdu bert 17 prosent av veljarunum atkvøtt fyri danska Javnaðarflokkinum.

Undirtøkan hjá Javnaðarflokkinum er 0,2 prosentstig størri enn í farnu viku, men tá Radikali flokkurin missir næstan eitt prosent, og Sosialistiski fólkaflokkurin bert hevði fingið seks prosent av atkvøðunum, er samlaða afturgongdin hjá samgonguflokkunum stór.

Vinstri hevði fingið 35,4 prosent av atkvøðunum, var val nú. Tað hevði givið flokkinum 62 fólkatingssessir, meðan samgonguflokkarnir bert høvdu fingið 56 umboð í fólkatingið.

Eindarlistin, sum stuðlar samgonguna, hevði fingið 17 tingsessir, var val nú, og tað er um eina lítil framgongd samanborið við valið í heyst.

Sambært meiningakanningini høvdu gomlu samgonguflokkarnir og stuðulsflokkarnir fingið 102 av teimum 179 umboðunum í fólkatinginum.

1.000 fólk vórðu spurd í kanningini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. apríl
Mono - Minimalisma í tónleiki (2:5)
191228
Mikudag 30. apríl
LEITISSTEIN 29.04.2025
191213
Mikudag 30. apríl
KÍ og NSÍ eru í klassa fyri seg
191209
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114