Eminem orsakaði á mammudegnum

Eminem orsakaði á mammudegnum
Í mong ár hevur Eminem ákært mammu sína fyri at hava verið ein vánalig mamma, og hesum orsakaði hann fyri á mammudegnum.
14.05.2014 - 09:30

Gjøgnum árini hevur Eminem í fleirum rappsongum spilt mammu sína út. Hann hevur millum annað skýrt hana fyri at vera ein vánalig mamma.

Í 1999 saksøkti mamman hann fyri ærumeiðing. Hon kravdi einki minni enn 10 milliónir dollarar afturfyri.

Um tað er tíðin, sum hevur bøtt sárini ella vantandi umtala, er ilt at siga, men í 2013 valdi Eminem at orsakað fyri ringa atburðin í lagnum, Headlights.

Á mammudegnum 11.mai útgav hann eitt videolag til lagið.

Í videolagnum síggja vit alt gjøgnum eyguni á mammuni. Hon situr einsamøll heima, og tá hon tendrar sjónvarpið, sær hon bara sangir hjá soninum, sum gera gjøldur úr sær.

Hon skrivar soninum eitt langt bræv, men tá hon fer heim til hansara, nokta trygdarvørðarnir henni at sleppa inn.

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.