- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hevur kært um fyrisitingina av makrelinum

Landsstýrismálanevndin hjá løgtinginum hevur fingið eina kæru um heimildarloysi og ólógligar avgerðir í fyrisitingini av makrelfiskiskapinum í 2012.

Høgni Hoydal, løgtingsmaður, hevur kært.

Hann kærir um yvirskipaðu fyrisitingarligu avgerðirnar hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum og hjá løgmanni í makrelmálinum, um kunngerðina um makrelfiskiskap, sum kom í gildi seinasta leygardag, og um vantandi eftirlit løgmans við, at landsstýrismenn fyrisita á lógligan og fullgóðan hátt sambært stýrisskipanarlógini.

Gera niðurstøðu um avgerðirnar

Høgni Hoydal heitir á Landsstýrismálanevndina um at nýta allar heimildir sínar at fáa til vegar frágreiðingar og upplýsingar og gera niðurstøður um fyrisitingarligu avgerðirnar hjá løgmanni og landsstýrismanninum í fiskivinnumálinum um at fyrisita makrelfiskiskapin í 2012.

Høgni Hoydal vil hava nevndina at kanna, um fyrisitingin er farin fram í heimildarloysi, og um ólógligar avgerðir eru tiknar.

Hann vil eisini hava at vita, um Jacob Vestergaard og Kaj Leo Holm Johannesen hava sett til viks skyldur og ábyrgdir, sum stýrisskipanarlógin og nógvar aðrar lógir áleggja teimum.

Landsstýrismálanevndin hevur sett kæruna á dagsskránna fyri fundin hjá nevndini týsdagin.