Rak fundarfólkið á dyr

Rak fundarfólkið á dyr
Johan Dahl, landsstýrismaður, góðtekur ikki, at samráðast verður við triðja part, meðan samráðingar eru við fakfeløgini, sum ætla at keypa Lív
Johan Dahl, landsstýrismaður, gav boð um, at tey, sum høvdu fund um at selja helvtina av Lív, skuldu á dyr. Hann góðtekur ikki, at samráðst verður við triðja part, samstundis sum samráðingar eru við fakfeløgini, ið hava hug at keypa.

14.06.2012 - 13:41

Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, var ikki blíður, tá hann mánadagin frætti, at Betri Pensjón og Ognarfelagið Lív høvdu fund í hølunum hjá Lív.

Johan Dahl váttar fyri Útvarpinum, at hann gav boð um, at ein slíkur fundur skuldi ikki vera í hølunum hjá Lív. Nevndarformaðurin í Lív fór síðani og bað fundarfólkið um at fara, sigur Johan Dahl. Hann sigur, at Vinnumálaráðið og Ognarfelagið hava eina, sum sigur, "klokkuklára" avtalu um, at tosað verður ikki við triðja part, so leingi samráðingar eru við fakfeløgini, sum ætla at keypa Lív.

Veit einki um avtaluna

Jógvan Mørkøre, nevndarformaður í Ognarfelagnum, sigur seg einki vita um eina slíka avtalu við Vinnumálaráðið og landsstýrismannin. Jógvan Mørkøre sigur, at nevndin í Ognarfelagnum hevur skyldu til at samráðast um partaeigarasáttmála við øll, sum hava latið inn boð upp á helvtina av Lív. Og tey eru TF Holding og 23 fakfeløg.

Hann hevur onga viðmerking um fundin mánadagin, tá Johan Dahl kravdi, at fundarfólkið bleiv biðið um at fara.

Hittast aftur seinnapartin

Seinnapartin hittast umboð fyri fakfeløgini, sum ætla at keypa Lív, og Ognarfelagið, sum fær helvtina av Lív, at tosa um partaeigarasáttmála. Leygardagin verður so fundur millum fakfeløgini og Vinnumálaráðið, sum selur helvtina av Lív. 23 fakfeløg hava boðið 35 mió. kr. fyri helvtina av Lív.

Men TF Holding hevur framvegis áhuga fyri Lív.

Tá Vinnumálaráðið lýsti Lív til sølu í fjør, komu tvey tilboð, annað frá BankNordik, sum var 35 mió. kr., og hitt frá TF Holding, sum var 33 milliónir.

Vinnumálaráðið tók av tilboðnum frá BankNordik. Men seinni vildi BankNordik ikki keypa kortini. Tá bjóðaðu 23 fakfeløg seg fram at keypa fyri 35 milliónir. Vinnumálaráðið tók av.

Sambært Vinnumálaráðnum er boðið frá fakfeløgunum tað einasta, sum er inni. Men TF Holding hevur framvegis áhuga. Og mánadagin var fundur millum Betri Pensjón, sum er lívstryggingarfelagið í TF samtakinum, og Ognarfelagið.

Sølan óviss

Verður keypið hjá fakfeløgunum av ongum, er TF Holding sinnað at keypa.  Men tað er als ikki vist, at tann møguleikin verður. Johan Dahl sigur, at eydnast ikki at fáa keypssáttmála við fakfeløgini, er ikki vist, at Vinnumálaráðið selur Lív.

Fakfeløgini eiga óbeinleiðis meirilutan av Ognarfelagnum, tí teirra limir eru í meiriluta millum teirra, sum hava tryggingar hjá Lív. Tað undrar tí fakfelagsfólk, sum Útvarpið hevur tosað við, at Ognarfelagið tosar við onnur, sum hava áhuga fyri Lív, meðan fakfeløgini samráðast um at keypa Lív.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. mars
Morgunlestur hósdagur 5. mars 2026
204719
Mikudag 4. mars
Femininomen, FMA og Tomas Espedal
205135
Mikudag 4. mars
Skratsj 4. mars 2026
205123
Mikudag 4. mars
Eitt korter við klassiskum
205122
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 4. mars
Úr Sjarpholinum til Bangkok (4:5)
204319
Mikudag 4. mars
Føroyar - Portugal
205139
Mikudag 4. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205117
Týsdag 3. mars
Veðrið
205102
Týsdag 3. mars
Stjørnan í fimta parti
204959