Órógv á Fróðskaparsetrinum

Órógv á Fróðskaparsetrinum
Trý starvsfólk á setursskrivstovuni á Fróðskaparsetri Føroya eru farin til hús.
 
23.05.2014 - 11:43

Tey møta ikki aftur til arbeiðis á setursskrivstovuni, fyrr enn ávís viðurskifti eru fingin í rættlag.

Tað var úrslitið av einum fundi ímillum stjóran og tey trý starvsfólkini týsmorgunin.

Eingin vil siga ítøkiliga hvat stríðið snýr seg um, men fólkini sum eru farin til hús leggja dent á, at tey ikki eru farin úr starvi, men eru misnøgd við ávís viðurskifti.

Meir fáast tey ikki at siga í løtuni.

Tey hava sett seg í samband við fakfelagið, sum er Magistarafelagið, fyri at fáa felagið at loysa ósemjuna.

Páll Nolsøe, sum er formaður í Magistarafelagnum váttar, at tey trý starvsfólkini hava sett seg í samband við felagið, men hann vil ikki gera fleiri viðmerkingar í løtuni.

Sigurð í Jákupsstovu, rektari á Fróðskaparsetri Føroya, vil ikki gera viðmerkingar til málið. Talan er um innanhýsis mál, sigur hann.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086