Ákærd fyri at burturflyta sonin til Føroya

Ákærd fyri at burturflyta sonin til Føroya
Føroya Rættur er farin at viðgera revsirættarliga partin í einum máli um ein 11 ára gamlan drong
Ákæruvaldið vil hava kvinnuna dømda fongsulsrevsing eftir lógargreinini um frælsisskerjing.

13.06.2012 - 16:42

Revsirættarligi parturin í drúgva og beiska løgfrøðiliga stríðnum um ein 11 ára gamlan drong var í Føroya rætti fyrrapartin.

Fútin hevur ákært eina kvinnu fyri at fara úr Danmark við soni sínum, hóast pápin einsamallur hevur foreldramyndugleikan.

Ákæruvaldið krevur kvinnuna dømda fongsulsrevsing. Lógargreinin um frælisskerjing í revsilógini, sum ákæruvaldið brúkar, heimilar fongsulsrevsing í nógv ár.

Sambært ákæruvaldinum vardi frælsisskerjingin hjá dreinginum í fimm mánaðir. Frælsisskerjing, tí mamman tók sonin frá pápanum, sum hevur foreldramyndugleikan einsamallur.

Kvinnan noktar seg seka og krevur frídøming.

Verjin vil hava persónkanning

Hvussu harða revsing, ákæruvaldið krevur, varð tó ikki upplýst í rættinum í dag. Tí verjin vildi hava eina persónkanning, áðrenn revsingin verður ásett, um kvinnan verður funnin sek. Tað fæst at vita á middegi næsta mikudag, tí tá fellur dómur, men bara um kvinnan er sek ella ikki.

Sigur rætturin, at kvinnan er sek, skal hon persónkannast. Tá kanningin er liðug, verður aftur rættarfundur um revsingina.

Í juli 2000 fáa ein kvinna, hon er føroysk, og ein maður, sum er dani, ein son. Tey eru ikki gift.

Flyta til Danmarkar

Í 2004 ella 2005 avgera tey at flyta til Danmarkar. Ymiskar orsakir til hesa avgerð vórðu nevndar í rættinum, ein var at sleppa undan barnaverndini í Føroyum, ein onnur var at tryggja soninum betri møguleikar at fáa sær útbúgving, tá hann kom so langt i lívinum.

Pápin fór fyrst til Danmarkar við soninum, og tá semjast hann og mamman um, at hann fær einsamallur foreldramyndugleikan yvir soninum. Og tann myndugleikan hevur hann enn, hóast mamman royndi at fáa dómsvaldið at hjálpa sær við at fáa hann aftur. Føroya rættur segði í mars í fjør og Landsrætturin staðfesti seinni, at pápin hevur foreldramyndugleikan.

Meiri verður at frætta í útvarpstíðindunum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 20. apríl
B68 gjørdi bart
207296
Mánadag 20. apríl
Morgunlestur mánadagur 20.apríl 2026
207134
Sunnudag 19. apríl
Ættirnar syngja og suða
207267
Sunnudag 19. apríl
Bolero 19 apríl 2026
207265
Sunnudag 19. apríl
Guðstænasta í Vágs kirkju
207283
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 19. apríl
Andaktin við Hjalmari Waag Arge
207266
Sunnudag 19. apríl
Guðstænasta úr Vágs kirkju
207263
Leygardag 18. apríl
Fótbóltur: HM-undansending
207254
Fríggjadag 17. apríl
Manscaping
207201
Fríggjadag 17. apríl
Veðrið
207227