Gomlu tryggingarnar fáa frið

Gomlu tryggingarnar fáa frið
Tað loysir seg ikki at leggja tryggingar, sum vórðu teknaðar í Lív fyri aldarskiftið, um til trygging við marknaðarrentu
Sum er loysir tað seg ikki at leggja gomlu tryggingarnar í Lív um til trygging við marknaðarrentu.

12.06.2012 - 17:07

Teir tryggingartakarar, sum teknaðu trygging hjá Lív fyri aldarskiftið, hava ikki fingið tilboð um at leggja tryggingina við gomlu, føstu rentuni um til trygging við marknaðarrentu.

Orsøkin er, at tryggingarnar, sum vórðu teknaðar fyri aldarskiftið, snøgt sagt eru so góðar, at tað  loysir seg ikki at leggja um, sum er.

Tað viðgongur Poul Christoffur Thomassen, stjóri í Lív.

Tey, ið teknaðu trygging hjá Lív eftir aldarskiftið, hava annars  fingið tilboð við postinum um at leggja tryggingina við føstu rentuni um til eina marknaðarrentu hjá Lív. Tær nýggju tryggingarnar geva 2,5 prosent í fastari rentu.

4,5 prosent

Gomlu tryggingarnar geva hinvegin 4,5 prosent, og harumframt veðheldur at landskassin fyri teimum.

Gomlu tryggingarnar eru sostatt so góðar, at tær í løtuni eru ein vánalig forrætning fyri bæði Lív, sum hevði meiri enn 300 milliónir krónur í halli í fjør, og landskassan, sum við árslok veðhelt fyri 1,2 milliardir krónur.

Men Lív ætlar at snikka eitt nýtt tilboð til tey, sum annars hava notið væl av gomlu tryggingunum fyri aldarskiftið, sigur Poul Christoffur Thomassen.

Meiri verður at frætta í útvarpstíðindunum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. mars
LEITISSTEIN 06.03.2026 (Kalas)
205241
Fríggjadag 6. mars
Beinleiðis úr Studio 5: Crowberry Band
205187
Fríggjadag 6. mars
Morgunlestur fríggjadagur 6.mars 2026
204720
Hósdag 5. mars
RagnarRokk 5.mars 2026
204436
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205229
Hósdag 5. mars
Sophilia: 15 ár
205189
Hósdag 5. mars
Filip: Í dans
205173
Hósdag 5. mars
Bjarki: Nú liggur ein kavafonn
205174
Hósdag 5. mars
Jóhanna: Farin
205175