2.000 kinverjar til Grønlands at arbeiða

2.000 kinverjar til Grønlands at arbeiða
Kina ætlar at gera milliarda-íløgur í Grønlandi. M.a. er ætlanin at gera eitt nám við Godthaabsfjørðin, har 2.000 kinverjar fara at arbeiða
Hetta er námið við jarnmálmi, sum ætlanin er at byggja við Godthaabsfjørðin. 2.000 kinverjar og fleiri hundrað grønlendingar fara at arbeiða í náminum.

12.06.2012 - 12:20

Líkt er til at norðurlond og Evropa sum heild eru vaknað við kaldan dreym, nú kinverjar vísa so stóran áhuga fyri ráevnum í grønlendsku undirgrundini.

Danska blaðið Politiken skrivar, at Kina ætlar at gera íløgur fyri milliardir í Grønlandi, og at 2.000 kinverjar skulu arbeiða í námum í Grønlandi.

Eitt felag, sum kinverjar eiga, hevur júst biðið grønlendsku myndugleikarnar um loyvi at gera eitt jarnmálm-nám við Godthåbsfjørðin. Har skulu 2.000 kinverskir námsarbeiðsmenn arbeiða, og brúk verður haraftrat fyri 300-400 grønlendskum arbeiðsfólkum, skrivar blaðið.

Kinverska felagið ætlar at byggja eina havn, ein veg, sum er 103 kilometrar, og eina verksmiðju við fjørðin.

- Ætlanin er, at virksemið skal byrja seint í 2015, ella fyrst í 2016, sigur kunningarstjórin í felagnum, Kaj Kleist.

Skipað viðurskifti

Grønlendska fakfelagið, SIK, sigur tað vera neyðugt við útlendskari arbeiðsmegi at gera arbeiðið, men tað skal vera undir skipaðum viðurskiftum.

- Heimastýrið má gera útlendingunum greitt, at tey, sum arbeiða í Grønlandi, skulu hava løn eftir grønlendskum sáttmála, sigur formaðurin í SIK, Jes G. Berthelsen, við Politiken.

Samstundis ætla Grønland og ES at skriva undir eina avtalu, sum greitt boðar frá, at týdningarmiklu ráevnini í grønlendsku undirgrundini verða boðin út á heimsmarknaðinum, so tað ikki bert verða kinverjar, sum kunnu bjóða seg fram.

Hósdagin kemur kinesiski forsetin, Hu Jintao, á vitjan í Danmark, og tað hevur rættiliga fingið gongd á orðaskiftið um stóra kinverska áhugan fyri Grønlandi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Fríggjadag 28. august
Breddin: Politiskt orðaskifti um eldraøkið
212394
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290