- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tey flestu kæra um Almannastovuna

Fýra av tíggju, sum klaga um Almannastovuna, fáa ikki viðhald.

59% av avgerðunum hjá Almannastovuni, sum Kærunevndin avgreiddi í fjør, vórðu staðfestar. Bara átta prosent vórðu broytt, 13 prosent fekk Almannastovan aftur til nýggja viðgerð.

Men fimta hvør kæra um Almannastovuna fall burtur, tí Almannastovan í sambandi við kæruviðgerðina endurskoðaði málið og kom til annað úrslit enn tað, sum varð kært.

Kærustovnurin fekk færri kærur í fjør enn árini frammanundan. 326 kærur komu í fjør. Í miðal komu 400 kærur um árið árini 2008, 2009 og 2010.

Kærustovnurin fevnir um sjey kærunevndir og skuldarumskipanarnevndina.

Kærunevndin í Almanna- og heilsumálum fær flestar kærurnar .Onnur hvør kæra, sum kemur, er til Kærunevndina í almanna- og heilsumálum, sambært ársfrágreiðingini hjá Kærustovninum. Í fjør fekk Kærunevndin í almanna- og heilsumálum 165 kærur. Flestu kærurnar eru um avgerðir eftir forsorgarlógini. Næst flestu kærurnar eru um fyritíðarpensjón.

Kærunevndin í almanna- og heilsumálum hevði 12 fundir í fjør og avgreiddi 167 mál. Almannastovan átti nógv tey flestu, 140.