Innrás av kórsangi í komandi døgum

28.05.2014 - 16:18
Lívsstílur
Innrás av kórsangi í komandi døgum
Í morgun fekk Góðan morgun Føroyar eina smakkroynd av sangi í Havnar kirkju. 450 sangarar úr 33 kórum luttaka á kirkjusangskórstenvnuni í Føroyum

Í komandi døgum fáa Føroyingar høvi at hoyra nógvan kórsang. 

Ferðast verður í ymiskum kirkjum og fríggjakvøldið kl 21 verður felagssangur á Vaglinum í Havn. 

Elsa Jóhanna Høgenni er fyriskipari, og hon sigur at øll tiltøkini eru ókeypis uttan tiltakið í Norðurlandahúsinum. 
Hon sigur millum annað at tað er ein avbjóðing at fáa alt at hanga saman. Tí hevur tað verið ein stór fyrireiking áðrenn stevnuna. 

Skráin fyri stevnuna er á www.nksf2014.fo. 

Uni Leitisstein Hansen fekk eina smakkroynd í morgun, og hitti Elsu Jóhannu Høgenni. 

 

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. mai
3-2 (6. mai 2024)
174735
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537