- Tíðindi, mentan og ítróttur
Grannskoðarar í eitt felag

Allir føroyskir grannskoðarar eru nú savnaðir í einum felag.

Felagið hjá løggildu grannskoðarunum og felagið hjá skrásettu grannskoðarunum vórðu løgd saman fríggjadagin. Felagið eitur: Felagið Føroyskir Grannskoðarar.

Endamálið er at verja áhugamálini hjá limunum í øllum viðurskiftum.

Nevndirnar hava í eina tíð arbeitt við at leggja feløgini saman, fyri á tann hátt at fáa eitt breiðari felag, sum er betur ført fyri bæði at verja og at stimbra limir felagsins. Eisini fyri at kunnu vera ein effektivari við- og mótspælari hjá almennu myndugleikunum, tá talan er um lógir og lógarbroytingar, sum á ein ella annan hátt hava ávirkan á grannskoðaravinnuna ella vinnuna sum heild.

Á stovnandi aðalfundinum, sum varð hildin á Hotel Tórshavn, vórðu flest allir góðkendu grannskoðararnir í Føroyum - bæði løggildir og skrásettir, sigur felagið í tíðindaskrivi.

Fýra fólk manna nevndina í felagnum Føroyskir Grannskoðarar. Jógvan Amonsson er formaður, Mark Højgaard, næstformaður, Mirjam Haraldsen, peningarøkil og Óla Frits Joensen er skrivari.