So er makrelurin býttur

So er makrelurin býttur
Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, hevur lýst kunngerðina um makrelfiskiskapin í summar. Hon kemur í gildi í morgin
Kunngerðin um makrelfiskiskapin í summar kemur í gildi í morgin.

08.06.2012 - 16:47

Felagskvotur við hámarki, í onkrum førum 10 prosent, skulu forða fyri olympiskum fiskaríi í ár.

Nótaskipini sleppa at goyma 10 prosent av sínum kvotum til næsta ár. Men tey kunnu eisini fiska 10 prosent meira í ár og so fáa tað minni næsta ár.

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, hevur lýst kunngerðina um makrelfiskiskapin í summar.

Nótaskipini eginkvotu

Makrelkvotan í ár er 134.075 tons. Og harafturat eru 6.075 tons, sum ikki vórðu fiskað í fjør, flutt til í ár.

Nótaskipini fáa 55.000 tons. Nótaskipini hava egnar kvotur. Øll hini, uttan trolbátarnir, hava felagskvotur við hámarki. Hámarkið verður tað sama fyri øll í bólkinum.

Í uppskotinum um kunngerðina vóru línuskipini og útróðrarbátarnir saman um 8.000 tons. Í kunngerðini, sum er lýst í dag og kemur í gildi í morgin, fáa línuskipini 5.000 tons. Kvotan er felagskvota, men einki skip kann tó fiska meira enn 500 tons.

Útróðrarbátar, garnaskip og tey, sum royna eftir skeljum, fáa eina felagskvotu upp á 3.000 tons at býta, men eingin kann tó fiska meira enn 300 tons.

Flakatrolarar 4.000 tons

Annars fáa trolararnir, sum royna í Barentshavinum, 4.000 tons, ídnaðarskip fáa 9.000 tons, trolarar, sum millum annað ikki sleppa í føroyskan sjógv, fáa 6.000 tons, rækjuskipini fáa 8.000 tons, ísfiskatrolarar fáa 30.000 tons og trolbátar 2.000 tons.

Freistin at søkja um loyvi at fiska makrel er 18.juni.

Meiri verður at frætta í útvarpstíðindunum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 23. januar
Beinleiðis úr Studio 5 - Miké Thomsen
203131
Fríggjadag 23. januar
EM tíðindi 23. januar 2026
203127
Fríggjadag 23. januar
Reform UK
203122
Fríggjadag 23. januar
Morgunlestur fríggjadagur 23. januar 2026
202879
Hósdag 22. januar
RagnarRokk 22.januar 2026
201523
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 23. januar
Veðrið
203155
Hósdag 22. januar
Konsert við Hjarnar
203106
Hósdag 22. januar
Veðrið
203084
Týsdag 20. januar
Hondbóltur: Føroyar - Slovenia
203138
Týsdag 20. januar
Veðrið
202979