- Tíðindi, mentan og ítróttur
Danir niðurleggja verjuleiðsluna
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/92f257e6fee57d9cd14828f59dafcc33.png?itok=Nh41Fwdt)

Danski verjumálaráðharrin, Nick Hækkerup, hevur gjørt av at niðurleggja ovastu leiðsluna í herinum, Forsvarskommandoen, og leggja stovnin beinleiðis undir verjumálaráðið.

Tilsamans skal danska hervaldið spara tríggjar milliardir krónur, og við at leggja verjuleiðlsuna undir verjumálaráðið verða spardar 30 milliónir krónur. Umleið 75 størv verða niðurløgd.

Nick Hækkerup sigur við danskar fjølmiðlar, at stjórnin vil nútímansgera ovastu verjuleiðsluna, og tað verður gjørt við at samansjóða sivila partin og herleiðsluna.

Verjuleiðslan umfatar herin, flogvápnið og sjóverjuna. Hon varð stovnað í 1969.