Faroe Petroleum borar nýggjan leitibrunn

Faroe Petroleum borar nýggjan leitibrunn
Butch South West brunnurin liggur tætt við Butch fundin, sum varð funnin í 2011 í norska partinum av Norðsjónum
 
02.06.2014 - 09:14

Faroe Petroleum er farið undir at bora Butch South West leitibrunnin, sum felagið eigur 15 prosent í.

Butch South West brunnurin liggur tætt við Butch fundin, sum varð funnin í 2011 í norska partinum av Norðsjónum.

Dýpið er 65 metrar

Dýpið, har borað verður, er umleið 65 metrar, og brunnurin liggur skamt frá týðandi undirstøðukervi, tætt við framleiðslueindirnar Ula, Tambar og Gyda. Butch South West brunnurin er sjálvstøðugur, t.e. at hann er hvørki tengdur at Butch East brunninum, sum var turrur, ella Butch fundinum frá 2011.Fyristøðufelagið arbeiðir við eini útbyggingarætlan fyri Butch fundin samstundis sum Butch South West verður boraður. 

Um Butch South West verður ein fundur, kann útbyggingin møguliga gerast ein sjálvstøðug framleiðslueind, heldur enn at verða knýtt í verandi undirstøðukervi.

Centrica er fyristøðufelag, og eigur 40 prosent av verkætlanini, og felagið nýtir Mærsk Giant boripallin til boringina. Hini oljufeløgini, sum eru við, eru: Suncor Norge (30%) og Tullow Oil Norge (15%).

Týðandi tilfeingi

Graham Stewart, forstjóri, sigur í viðmerking, at um Butch South West verður ein fundur, fer tað at leggja týðandi tilfeingi og virði at Butch fundinum. 

Felagið fer í næstum at boða frá úrslitinum av boringini á Bue leitimiðinum í Norskahavinum, sum Faroe Petroleum eigur ein fjórðing í. Tað liggur tætt uppat týðandi Pil fundinum, sum varð kunngjørt herfyri.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 7. mai
Eitt korter við
208021
Hósdag 7. mai
Breddin: Ójavni
208015
Hósdag 7. mai
Ein løta við arbeiðaraskaldinum
208012
Mikudag 6. mai
Dylan 85
207986
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 6. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
207968
Týsdag 5. mai
Veðrið
207947
Mánadag 4. mai
Veðrið
207904