Stórur meiriluti fyri at víga samkynd

Stórur meiriluti fyri at víga samkynd
85 fólkatingslimir atkvøddu fyri og 24 ímóti, tá atkvøtt varð um lógina, ið loyvir samkyndum at verða vígd í kirkju
Fólkatingið hevur avgreitt lógina, sum heimilar samkyndum at verða vígd í kirkju
 
07.06.2012 - 15:29

Við stórum meiriluta samtykti Fólkatingið í dag endaliga lógina, ið loyvir samkyndum verða vígd í kirkju. Orðaskiftið við triðju viðgerð vardi meiri enn tríggjar tímar.

Tá málið kom til atkvøðugreiðslu, atkvøddu 85 fyri, 24 atkvøddu ímóti, og tveir limir atkvøddu blankt.

Ikki í fólkatingssalinum

Tinglimirnir í Javnaðarflokkinum, Sosialistiska Fólkaflokkinum, Teimum Radikalu, Eindarlistanum og Liberal Alliance atkvøddu øll fyri uppskotinum, meðan Danski Fólkaflokkurin atkvøddu ímóti.

Úr Vinstra atkvøddu 18 fyri og níggju ímóti, í Konservativa Flokkinum atkvøddu fýra fyri og tvey ímóti.

Fólkatingslimirnir úr Føroyum og Grønlandi vóru ikki staddir í fólkatingssalinum, meðan atkvøtt varð, eins og 62 aðrir fólkatingslimir.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 15. juli
Mono - Fjaldir Gimsteinar (3:4)
210668
Týsdag 14. juli
HM-poddurin #7: Stjørnurnar glitra
210935
Týsdag 14. juli
Millum tøkini - Vestanstevnan 2026
210920
Týsdag 14. juli
HM-tíðindini 14. juli 2026
210911
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815