Virðisbrævamarknaðurin riggar av

Virðisbrævamarknaðurin riggar av
Felagið er farið í sjálvbodna solventa likvidasjón
Virðisbrævamarknaðurin skuldi m.a. byggja íleggjaraumhvørvi í Føroyum
 
02.06.2014 - 15:41

Partafelagið Virðisbrævamarknaður Føroya er farið í sjálvbodna solventa likvidasjón

Tað varð avgjørt á aðalfundinum fríggjadagin.  Á aðalfundinum var uppskot um at taka av felagið. 

Eina tíð hevur verið arbeitt við einum tilmæli um framtíðina hjá Virðisbrævamarknaðinum.  Men rakstrarhall, vantandi undirtøka frá børsskrásettu fyritøkunum og tað, at føroysk feløg biðja um at verða strikað í íslendska keypsskálanum fekk nevndina at mæla partaeigarunum til at steðga virkseminum og taka felagið av. Øll, sum vóru á aðalfundinum, tóku undir við tí.

Eginpeningurin goldin út

Nevndin avgjørdi fyri tveimum mánaðum síðani at mæla aðalfundinum til at strika felagið. Eginpeningurin verður útgoldin partaeigarunum. 

Virðisbrævamarknaðurin varð stovnaður tann 7.november í 2000 fyri at skapa virði fyri føroysku fyritøkurnar, sum vóru skrásettar í keypsskálum, og fyri at byggja íleggjaraumhvørvi í Føroyum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. september
Bolero
213531
Sunnudag 20. september
Filosofiskur 2. partur
213469
Leygardag 19. september
Jambalaja - 190926
213511
Leygardag 19. september
Upp á tá - 180926
213505
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. september
Guðstænasta
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311