Ránsmálið kemur nú fyri rættin

Ránsmálið kemur nú fyri rættin
Tveir mans eru ákærdir fyri rán uttan fyri BankNordik í Húsagøtu í Havn annað páskakvøld
Ránið varð framt uttan fyri BankNordik í Húsagøtu í Havn annað páskakvøld.
 
03.06.2014 - 12:54

Hósdagin í næstu viku fer Føroya rættur at viðgera ákærurnar móti tveimum monnum, sum eru ákærdir fyri rán uttan fyri BankNordik í Húsagøtu í Havn annað páskakvøld.

Føroya rættur fekk ákæruritini fríggjadagin.Menninir vóru varðhaldsfongslaðir til í dag. Men ákærin bað rættin leingja varðhaldsfongslingina til hósdagin í næstu viku.

Báðir menninir og verjar teirra mótmæltu tí, men dómarin gav ákæranum viðhald. 

Forboð fyri at endurgeva

Annars var, eftir áheitan frá ákæranum, sett forboð fyri at endurgeva tað, sum varð sagt á stutta rættarfundinum fyrrapartin. Orsøkin er, at vitnið í málinum, unga kvinnan, sum var fyri ráninum, skal ikki vita, hvat teir ákærdu hava sagt í rættinum.

Og vitnið er eisini orsøkin til, at menninir ikki sluppu úr varðhaldinum í dag.

Vandin fyri, at teir ávirka vitnið, var grundgevingin fyri, at bæði ákærin og dómarin vilja hava teir í varðhaldinum, til dómsviðgerðin byrjar hósdagin 12. juni klokkan níggju.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. september
Filosofiskur 3. partur
213777
Leygardag 26. september
Jambalaja - 260926
213836
Leygardag 26. september
Upp á tá - 250926
213832
Fríggjadag 25. september
Vikuskiftið 25 sept 2026
213811
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650