Tvær milliónir bíligari at reka Vágs kommunu

Tvær milliónir bíligari at reka Vágs kommunu
Í ár fer skuldin væl niður um eina ársinntøku
 
04.06.2014 - 09:09

Tað kostaði 1,8 milliónir kr. minni at reka Vágs kommunu í fjør, enn mett var, tá fíggjarætlanin varð gjørd.

Tað vísir ársroknskapurin hjá kommununi.

Inntøkurnar hjá Vágs kommunu vóru slakar 40 milliónir kr., nakað meir enn mett var.

Íløgur fyri 5,4 mió. kr.

Í fjør gjørdi Vágs kommuna íløgur fyri 5,4 mió. kr. Høvuðsíløgan var í liðugtgerð av nýggja dagstovninum Eikilund inni á Bakka, sum læt upp í mai. Í fjør vóru harumframt eisini gjørdar íløgur á havnarlagnum, m.a. í nýggjar pullartar og fendarar, tí Norrøna sigldi á Vág. 

Á fíggjarætlanini fyri 2013 vórðu settar 32,2 mió. kr. av til raksturin, men tá avtornaði, kostaði tað 30,4 mió. kr. at reka Vágs kommunu í 2013, ella 1,8 mió. kr. minni enn mett í fíggjarætlanini. 

Við árslok 2013 var lániskuldin hjá Vágs kommunu 41,4 mió. kr. Kommunan rindaði í 2013 umleið 1,5 mió. kr. í rentum. Hon rindar 4,9 mió. kr. í árligum avdráttum, og í ár fer skuldin væl niður um eina eina ársinntøku. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur 5.partur
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858