Nú kann Juan Carlos leggja frá sær

Nú kann Juan Carlos leggja frá sær
Lógin er broytt, og spanska tjóðartingið skal samtykkja broytingarnar
 
04.06.2014 - 15:05

Embætisfólk í sponsku umsitingini hava nú gjørt neyðugar broytingar í lógini, so Juan Carlos, kongur kann leggja frá sær, og sonurin taka við.

Nú skal tjóðartingið samtykkja broytingina.

76 ára gamlu Juan Carlos boðaði óvæntað mánadagin frá, at hann ætlar at leggja frá sær sum kongur.

Stórur meiriluti fyri

Tjóðartingsformaðurin í Spania sigur, at ætlanin er, at tjóðartingið skal umrøða broytingarnar 11. juni, og síuðani fara uppskotið í senatið, ella yvirhúsið, sum endaliga skal samtykkja broytingarnar.

Altjóða tíðindastovurnar skriva, at ein stórur meiriluti verður fyri at broyta lógirnar. Ætlanin er at uppskotini skulu vera endaliga samtykt 18. juni, so Juan Carlos kann leggja frá sær.

Blaðið El Pais skrivar, at ætlanin er, at Felipe krúnprínsur skal krýnast sama dag. Tjóðartingsformaðurin sigur, at tann dagurin ikki er ásettur.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 21. mars
Jambalaja - 210326
205988
Leygardag 21. mars
Upp á tá - 200326
205987
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 21. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205984
Fríggjadag 20. mars
Tinggáttin
205979
Fríggjadag 20. mars
KAKUMiKS 2 (1:7)
205963
Fríggjadag 20. mars
Javnaðarflokkurin í heita stólinum (7:7)
205949