Lánsbrøv fyri meiri enn eina milliard

Lánsbrøv fyri meiri enn eina milliard
Landsstýrið hevur givið út nýggj lánsbrøv, sum nú ber til at keypa. Rentan er nógv lækkað, bert hálvt annað prosent um árið
Peningurin fyri lánsbrøvini, sum nú eru seld, skal m.a. nýtast til at fíggja hall á fíggjarlógini í ár.

06.06.2012 - 15:28

Nú ber til at keypa lánsbrøv, sum landsstýrið hevur boðið út,  fyri eina milliard og 123 milliónir krónur.

Í Føroyum hava Bank Nordik og Eik Banki keypt ein part av lánsbrøvunum, og harumframt hava danskir og týskir íleggjarar keypt. Lánbrøvini verða nú seld víðari, og tey verða skrásett á danska og íslendska keypsskálanum 11. juni.

Peningurin skal m.a. nýtast at fíggja 140 milliónir krónur av hallinum á fíggjarlógini í ár. 930 milliónir krónur skulu nýtast at gjalda onnur brævalán aftur og avdrátt av øðrum láni, og 53 milliónir krónur skulu nýtast til at endurfíggja afturkeyp av lánsbrøvum.

Í sambandi við, at lánsbrøv verða afturkeypt, verður brævalánið, sum gongur til 2018, minkað samsvarandi.

Hálvt annað prosent í rentu

Lánsbrøvini, sum nú verða boðin til sølu, hava fasta rentu, 1, 5 prosent um árið. Rentan til íleggjarar er lægri, 1,43 prosent. Landsbankin og Nordea Bank hava fyrireikað lántøkuna. Lánsbrøvini fella til gjaldingar 11. juni í 2015.

Rentan er nógv lækkað hesaferð, tí rentan á brævaláninum, sum landsstýrið seldi í fjør, var 3,8 prosent um árið. Tað brævalánið gongur í fimm ár.

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, sigur, at hann fegnast um lágu rentuna, og at sølan hevur fingið væl.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 21. mai
RagnarRokk 21.mai 2026
208248
Hósdag 21. mai
Nýtt ljóð
208688
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 21. mai
Veðrið
208691
Mikudag 20. mai
Bygdin og bjørgini 3:3
202604
Mikudag 20. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208611
Týsdag 19. mai
Veðrið
208590