Jenis av Rana: Jørgen skal úr Fíggjarmálaráðnum

Jenis av Rana: Jørgen skal úr Fíggjarmálaráðnum
Formaðurin í Miðflokkinum viðgongur, at Jørgen Niclasen hevur fingið álitisváttan, men hann heldur, at Jørgen eigur at fara úr Fíggjarmalaráðnum
06.06.2014 - 11:32

- Stevnir Jørgen Niclasen Kringvarpinum og Portalinum í tollmálinum, eigur hann at bíða eftir dóminum, seta seg sjálvan til viks og fara í løgtingið.

Tað sigur Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum, sum atkvøddi fyri misáliti á Jørgen Niclasen.

Hann viðgongur, at hóast misálitið fall við teprum meiriluta, hevur Jørgen Niclasen fingið álitisváttan frá hægsta politiska myndugleika.

Jenis av Rana heldur, at løgmaður eigur at ávirka Jørgen Niclasen at fara úr Fíggjarmálaráðnum, tí tað fer at endurskapa álit á politisku skipanina.

Formaðurin í Miðflokkinum var gestur í Degi og Viku í gjárkvøldið

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Mánadag 17. august
Fótbóltsprát: Troyttir KÍ'arar
211911
Mánadag 17. august
RagnarRokk: Patrick Prochiner um Desolation
209148
Sunnudag 16. august
Tónleikur í 13 øldir (7:10)
210351
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744