Føroyar komnar í EM-endaspæl

Føroyar komnar í EM-endaspæl
Bæði kvinnur og menn hava spælt seg til EM-endaspælið í flogbólti fyri smátjóðir
Mynd: fbf.fo  
 
07.06.2014 - 21:04

Flogbóltslandsliðini hjá monnnum og kvinnum hava spælt seg víðari til endaumfarið í EM-kapping fyri smátjóðir.

Menninir vunnu í dag 3-0 á Norðurírlandi í EM-undankappingardysti í Kýpros.

Tó var neyðugt við hjálp frá Kýpros í dag, sum skuldi vinna 3-0 ella 3-1 á Andorra.

Føroyar fingu hjálp frá Kýpros, sum vann dystin 3-0.

Úrslitið hevur við sær, at Føroyar hava spælt seg í EM-endaspælið fyri smátjóðir, sum verður í luksemburg í næsta ár.

 

Kvinnurnar hava vunnið báðar dystirnar

Kvinnurnar vunnu aftur í dag. Hesaferð var mótstøðuliðið Ísland. Føroyar vunnu sannførandi 3-0 sigur.

Í gjár vunnu Føroyar 3-1 á Luksemburg.

Hóast ein dystur er eftir í bólkaspælinum, so er longu greitt, at teir báðir sigrarnir eru nokk til at tryggja føroyum pláss í EM-endaspælinum fyri smátjóðir, sum verður í Liktenstein í næsta ár.

Síðsti dysturin hjá Føroyum verður í morgin. Dysturin er ímóti Liktenstein.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 3. oktober
Upp á tá - 021026
214219
Fríggjadag 2. oktober
Vikuskiftið 2 okt 2025
214203
Fríggjadag 2. oktober
LEITISSTEIN 02.10.2026 (Lea Eyðbjørg)
214191
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115