Noktar seg sekan í sviki fyri átta mió. kr.

Noktar seg sekan í sviki fyri átta mió. kr.
Rættarmálið móti fyrverandi stjóranum í Injector Trawldoors er byrjað í rættinum í Horsens
Jan Allan Müller, fyrrverandi stjóri í Injector Trawldoors, noktar seg sekan í ákærunum um svik.

05.06.2012 - 13:00

Jan Allan Müller, fyrrverandi stjóri í Injector Trawldoors, og fyrrverandi roknskaparstjórin í fyritøkuni nokta seg báðir sekar í ákærunum um svik fyri tilsamans átta mlliónir kr.

Tað skrivar Horsens Folkeblad.

Rættarmálið móti teimum báðum byrjaði í gjár.

Ákæruvaldið sigur, at svikið varð væl lagt til rættis, og tað varð skipað. Men verjarnir vísa øllum ákærum aftur.

- Tú kanst bert verða dømdur fyri fíggjarundandrátt, skjalafalsan og svik, um tú við vilja hevur ætlað at fáa nakað burturúr. Og tú kanst bert verða dømdur fyri stuldur, um tú hevur stolið nakað, sum hevur virði, segði verjin hjá Jan Allan Müller, Peter Secher Schmidt, sambært Horsens Folkeblad.

Fyrrverandi stjórin í Injector Trawldoors er ákærdur fyri í 18 førum at hava framt skjalafalsan, fíggjarundandrátt, heimildarsvik og skattasvik. Roknskaparstjórin er ákærdur fyri í fimm førum at hava framt skjalafalsan og í einum føri heimildarsvik.

Rættarmálið heldur fram í næstu viku, tá teir báðir ákærdu verða avhoyrdir, skrivar Horsens Folkeblad.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 23. mars
Fótbóltsprát
206044
Mánadag 23. mars
Góðan morgun Føroyar
206034
Mánadag 23. mars
Morgunlestur mánadagur 23.mars 2026
205920
Sunnudag 22. mars
Valkøn fríggjakvøldið 20. mars 2026
206022
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 24. mars
Tinggáttin - teknmálstulkað
206085
Mánadag 23. mars
Tinggáttin
206081
Mánadag 23. mars
Veðrið
206070
Sunnudag 22. mars
Trapputing av Oyrasundi
206018