Gunvør Balle spyr aftur um Anitu

Gunvør Balle spyr aftur um Anitu
Løgtingskvinnan undrast á, at eingin eftirlitsmyndugleiki gjørdi vart við seg, tá Fiskimannafelagið hevði meldað Anitu
 
11.06.2014 - 07:50

Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum skal nú aftur svara spurningum um garnaskipið Anitu. 

Fyrst í mars í fjør fekk Fiskimálaráðið at vita, at Fiskimannafelagið hevði meldað Anitu millum annað fyri manningarviðurskiftini. Ikki fyrr enn 11.apríl í ár meldar Vørn Anitu, men tað var fyri at bróta kunngerðina um fiskiskap eftir havtasku og svartkalva við gørnum á føroysku landleiðini.

Undrast á eftirlitið

Gunvør Balle, løgtingskvinna, undrast á, at eingin eftirlitsmyndugleiki gjørdi vart við seg, eftir at Fiskimálaráðið fyrst í mars í fjør fekk at vita, at Fiskimannafelagið hevði meldað Anitu. Fyri tveimum mánaðum síðani spurdi Gunvør Balle tríggjar landsstýrismenn um Anitu. Nú hevur hon aftur spurt Jacob Vestergaard um Anitu. 

Ákæruvaldið hevur skrivað ákærurit móti reiðarínum og skiparanum á Anitu fyri sjey brot á kunngerðina um fiskiskap eftir havtasku og svartkalva við gørnum á føroysku landleiðini. Føroya rættur hevur ikki viðgjørt hetta málið enn.

Sjóvinnustýrið viðger málið

Og Sjóvinnustýrið er ikki liðugt at viðgera málið um vanlukkuna, tá Anita misti ein mann tann 11.februar. Vørn tók loyvið at fiska frá Anitu í ein mánað. Anita fekk loyvið aftur 19.mai.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 30. juni
Ung lesa 1.partur - Rúnaspá
210339
Týsdag 30. juni
HM-tíðindi 30. juni 2026
210331
Týsdag 30. juni
Morgunlestur týsdagur.
210270
Mánadag 29. juni
Við Tórði á skørutúri
210291
Nýggjastu sendingar í SV