Kanning: Ímóti lægri skatti og brúkaragjøldum

Kanning: Ímóti lægri skatti og brúkaragjøldum
Ein kanning, sum Fólkafokkurin hevur latið gera, er ongantíð almannakunngjørd, men Kringvarpið hevur fingið hendur á henni
Fólkaflokkurin hevur latið gera kanning um skatt og brúkaragjøld
 
11.06.2014 - 08:16

Flestu føroyingar eru ímóti at lækka skattin og fáa fleiri brúkaragjøld.

Tað vísir ein meiningakanning, sum Fólkaflokkurin hevur latið gjørt, og sum Kringvarpið hevur fingið heldur á. 

Ongantíð kunngjørd

Kanningin, sum Lóður hevur gjørt fyri Fólkaflokkin, varð gjørd um mánaðarskiftið apríl/mai, men flokkurin hevur ongantíð almannakunngjørt hana. Í kanningini verða fólk spurd, um tey taka undir við at skatturin lækkar, og vit fáa fleiri brúkaragjøld.

Niðurstøðan er, at yvir helvtin av teimum spurdu - 51 prosent - siga, at tey taka ikki undir við hesum. Tað vil siga, at tey taka ikki undir við at skatturin lækkar, og at fleiri brúkaragjøld verða áløgd.

Ein góður triðingur - 36 prosent - sigur seg hinvegin taka undir við at lækka skattin og fáa fleiri brúkaragjøld.

13 prosent eru hvørki samd ella ósamd.

Menn vilja hava lægri skatt

Flestu av teimum, sum hava svarað, at tey vilja hava lægri skatt og fleiri brúkaragjøld, eru mannfólk. 39 prosent av teimum spurdu monnunum í kanningini vilja hava lægri skatt og fleiri brúkaragjøld, men bara 26 prosent av kvinnunum vilja hava lægri skatt og fleiri brúkaragjøld

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 25. januar
Jambalaja - 250125
186859
Leygardag 25. januar
Vikan 25. januar 2025
186848
Leygardag 25. januar
Upp á tá - 240125
186847
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. januar
Veðrið
186817
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
186535
Leygardag 18. januar
Andakt við Silasi Olofson - teknmálstulkað
186519