Borgarstjórin vil hava grøna loysn í Hoyvík

Borgarstjórin vil hava grøna loysn í Hoyvík
Heðin Mortensen fekk 2116 undirskriftir móti ætlaðu hitamiðstøðini
Heðin Mortensen, borgarstjóri, hitti umboð fyri eigarafeløgini í Hoyvík og fekk handaðar 2116 undirskriftir móti ætlaðu hitamiðstøðini
Mynd: Tórshavnar kommuna  
 
11.06.2014 - 15:54

Seinnapartin var fundur millum eigarafeløgini í Hoyvík, sum mótmæla ætlaðu hitamiðstøðini, og Heðin Mortensen, borgarstjóra.

16 umboð fyri eigarafeløgini møttu til fundin. Við sær høvdu tey 2116 undirskriftir móti ætlaðu hitamiðstøðini. Tey søgdu sína hugsan um málið. 

Heðin Mortensen, borgarstjóri, gjørdi greitt, at hann hvørki vil hava olju, tangar ella stórar skorsteinar í bústaðarøkinum í Hoyvík. Hann fer tí nú at kunna bæði býráðið og Hitafelagið um eina alternativa grøna loysn, ið hann metir kann lata seg fremja, skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðuni.

Heðin Mortensen sigur, at hann ikki ivast í, at ein grøn loysn er møgulig, sum bæði býráðið og Hitafelagið kunnu taka undir við.

Meiri verður at frætta um málið í útvarpstíðindunum

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 24. januar
Upp á tá - 230126
203165
Leygardag 24. januar
Morgunlestur leygardagur 24.januar 2026
202881
Fríggjadag 23. januar
Vikuskiftið 23 januar 2026
203158
Fríggjadag 23. januar
Beinleiðis úr Studio 5 - Miké Thomsen
203131
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 23. januar
Veðrið
203155
Hósdag 22. januar
Konsert við Hjarnar
203106
Hósdag 22. januar
Veðrið
203084
Týsdag 20. januar
Hondbóltur: Føroyar - Slovenia
203138
Týsdag 20. januar
Veðrið
202979