Rætturin viðger ránsmálið við BankNordik

Rætturin viðger ránsmálið við BankNordik
Tveir ungir menn eru ákærdir fyri at hava rænt pengar frá einum starvsfólki í SMS við BankNordik annað páskakvøld
 
12.06.2014 - 10:49

Føroya rættur viðger í dag ákærurnar móti tveimum ungum monnum, sum eru ákærdir fyri rán við BankNordik í Húsagøtu seint annað páskakvøld. 

Menninir eru ákærdir fyri at hava rænt pengar frá einum starvsfólki í SMS, sum skuldi lata pengarnar frá matstovunum í SMS í  samdøgursboksina í BankNordik.

Higartil hevur rætturin sett forboð fyri at endurgeva tað, sum sagt hevur verið á teimum rættarfundum, ið verið hava um málið.

Kvinnan, pengarnir vórðu tiknir frá, skal ikki vita, hvat teir skuldsettu, og nú ákærdu, menninir hava sagt, tí hon er vitni í revsimálinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. september
Jambalaja - 260926
213836
Leygardag 26. september
Upp á tá - 250926
213832
Fríggjadag 25. september
Vikuskiftið 25 sept 2026
213811
Fríggjadag 25. september
LEITISSTEIN 25.09.2026 (Benjamin Djurhuus)
213801
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650