Løgmaður: Øll eru nøgd í Sambandsflokkinum

Løgmaður: Øll eru nøgd í Sambandsflokkinum
Ting- og landsstýrismanningin tók frágreiðingina frá løgmanni og floksformanninum til eftirtektar
13.06.2014 - 10:08

Sambandsflokkurin er framvegis í tvíningnum í málinum um Jørgen Niclasen, men Jørgen Niclasen heldur fram sum landsstýrismaður í fíggjarmálum.

Tað var niðurstøðan eftir fundin í Sambandsflokkinum í gjár.

Fleiri tinglimir í Sambandsflokkinum hava verið rættuliga bersøgnir seinastu dagarnar, men í gjár  vildi ongin siga nakað, og sambært løgmanni,  eru øll glað og nøgd. 

Flokkurin tók frágreiðingina frá løgmanni í málinum um Jørgen Niclasen til eftirtektar.

 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Hósdag 20. august
RagnarRokk 20.august 2026
210713
Hósdag 20. august
RagnarRokk: Mirza Radonjica um Dissolution
210712
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985