Eisini ákærdur fyri innbrot hjá gullsmiðum í Havn

Eisini ákærdur fyri innbrot hjá gullsmiðum í Havn
Smúkkur fyri góðar 117.000 krónur vórðu stolnar í báðum innbrotunum. Harafturat vóru 8.550 krónur tiknar í Gullhorninum
 
13.06.2014 - 07:56

Annar maðurin, sum er ákærdur fyri ránið í Húsagøtu annað páskakvøld, er eisini ákærdur fyri tvey innbrot hjá gullsmiðum í Havn í desember í fjør. 

Maðurin segði í Føroya rætti í gjár, at ein kvinna var saman við honum, tá hann gjørdi innbrotið í handilin hjá Niels L. Arge á Kongabrúnni tann 11.desember. 

Hann skeyt hol í handilsgluggan við einari avsagaðari høglbyrsu. Síðani gjørdu tey holið størri við einum hamri og tóku nakrar hálsketur út gjøgnum holið. Tey vóru ikki inni í handlinum.  

Sambært ákæruritinum vóru hálsketurnar verdar 3.425 kr.  

Nakrar nætur seinni, 15.desember, vóru hann og ein annar maður inni í Gullhorninum í Gongini. Teir brutu inn við einum kúbeini.

Smúkkur og pengar

Smúkkur fyri góðar 117.000 krónur vórðu stolnar í teimum báðum innbrotunum. Harafturat vóru 8.550 krónur tiknar í Gullhorninum.

Ákærdi maðurin játtar seg sekan í innbrotunum og stuldrinum. 

Men hann noktar at hava stolið smúkkur fyri knappliga 114.000 krónur í Gullhorninum. Virðið á tí, teir tóku har, var nógv minni, neyvan meira enn 30.000 kr., segði hann í rættinum í gjár. Millum annað tóku teir einki gull.

Maðurin segði, at hann gjørdi innbrotini, tí hann átti ongar pengar. Hann var arbeiðsleysur.  

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655