Fuglfirðingar fáa onga fólkaatkvøðu

Fuglfirðingar fáa onga fólkaatkvøðu
Eitt uppskot um vegleiðandi fólkaatkvøðu um samanlegging við Eysturkommunu fall í býráðnum í Fuglafirði í gjár
Bara Kristina Toftegaard Larsen, býráðslimur, atkvøddi fyri sínum egna uppskoti um at hava vegleiðandi fólkaatkvøðu í Fuglafirði um samanlegging við Eysturkommunu.

01.06.2012 - 10:41

Býráðið í Fuglafirði vil ikki hava vegleiðandi fólkaatkvøðu um samanlegging við Eysturkommunu.

Býráðið feldi í gjár uppskotið hjá Kristinu Toftegaard Larsen um fólkaatkvøðuna. Átta atkvøddu ímóti, og bara Kristina Toftegaard Larsen atkvøddi fyri.

Uppskotið hjá Kristinu Toftegaard Larsen kom fyrst í mars. Hon vildi hava fólkaatkvøðuna um samanlegging við Eysturkommunu, áðrenn fólkaatkvøðan hjá Innlendismálaráðnum um samanlegging við alla Eysturoynna var 3.mai.

Men á býráðsfundi 29.mars samtykti býráðið eitt broytingaruppskot frá borgarstjóranum um at útseta fólkaatkvøðuna til fólkaatkvøðan hjá Innlendismálaráðnum hevði verið. Tað uppskotið varð samtykt.

Í gjár atkvøddi býráðið so um uppskotið hjá Kristinu Toftegaard Larsen, og tað varð felt.  Á fólkaatkvøðuni 3.mai var stórur meiriluti í Fuglafjarðar kommunu í móti samanlegging.

Taka samanum

Í Runavík samtykti býráðið einmælt í gjár at taka saman um samráðingarnar, sum hava verið við Nes kommunu og Sjóvar kommunu um samanlegging og ella samstarv.

Innlendismálaráðið vil hava fund við býráðið um kommunusamanlegging, tí Runavík var sjálv onnur kommunan í Eysturoynni, har sum meirluti var fyri, at øll Eysturoyggin er ein kommuna.

Hin kommunan er Sjóvar kommuna. Har samtykti bygdaráðið fyrr í vikuni ikki at samráðast við Runavík um samanlegging.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Fríggjadag 23. oktober
2. partur
215278
Fríggjadag 23. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Søren Manscher
215266
Fríggjadag 23. oktober
Breddin: Grøna orkuskiftið er steðgað upp
215263
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 23. oktober
Mentanarvirðislønir landsins 2026
215302
Fríggjadag 23. oktober
Veðrið
215286
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120