Atlantsflog er nú farið úr keypsskálunum

Atlantsflog er nú farið úr keypsskálunum
Landið eigur nú flogfelagið 100 prosent
 
19.06.2014 - 11:24

P/f Atlantic Airways er ikki longur børsskrásett felag.

Klokkan fýra seinnapartin mánadagin fór føroyska flogfelagið úr keypsskálunum í Reykjavík og Keypmannahavn.

Tá avgjørt varð, at landið aftur skuldi verða einasti partaeigari í Atlantic Airways, varð eisini avgjørt, at felagið ikki longur skuldi vera skrásett.

Tað kostaði Atlantic Airways 1,4 mió. kr. um árið at vera skrásett í keypsskálunum í Keypmannahavn og Reykjavík.  

Landið eigur nú Atlantic Airways 100 prosent. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 24. juli
Vikuskiftið 24. juli 2026
211275
Fríggjadag 24. juli
Praktikanturin #21: Tilda West
211268
Fríggjadag 24. juli
Morgunlestur fríggjadagur
211230
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. juli
Veðrið
211272
Týsdag 21. juli
Veðrið
211182
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098