Tepur meiriluti fyri uppboðssølu

Tepur meiriluti fyri uppboðssølu
Løgmaður er misnøgdur við, at samgongumenn atkvøddu saman við andstøðuni. Samgongufundur verður um málið í morgin
Bill Justinussen, Jenis av Rana og Eivind Jacobsen, samgongutingmenn, tryggjaðu tepra meirilutan fyri andstøðuuppskotinum um at selja ein part av makrelinum í summar á uppboðssølu.

29.05.2012 - 19:08

Ein tepur meiriluti av løgtinginum tók seinnapartin undir við, at partur av makrelinum í summar skal seljast á uppboði.

Andstøðuflokkarnir - Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn - áttu í felag broytingaruppskotið í vinnunevndini um, at 23.000 tons av føroysku makrelkvotuni skal seljast á uppboði.

13 andstøðulimir atkvøddu fyri hesum broytingaruppskoti - og saman við teimum tríggir samgongulimir, Jenis av Rana og Bill Justinussen úr Miðflokkinum, og Eivind Jacobsen úr Sambandsflokkinum.

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, hevur longu orðað uppskot til kunngerð, har føroyska eginkvotan av makreli verður býtt. Verður uppboðssøla av 23.000 tonsum endaliga samtykt, noyðist Jacob Vestergaard at býta makrelin av nýggjum.

- Eg fari at halda meg til tað, sum verður endaliga samtykt við 3. viðgerð hósdagin, og so má eg taka støðu út frá tí. Tað er einasta viðmerkingin hjá Jacobi Vestergaard í kvøld.

Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, sigur, at tað er ikki í lagi, at samgongulimir atkvøða, sum teir gjørdu í dag. Samgongufundur verður um málið í morgin, og tá verður farið at telja, hvussu nógvir flokkar eru í samgonguni, sigur løgmaður.

Makrelmálið kemur til endaliga viðgerð á tingfundi hósdagin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mai
Eitt korter við jazzi
208926
Hósdag 28. mai
Morgunlestur hósdagur 28.mai 2026
208232
Mikudag 27. mai
Skratsj 27. maj 2026
208865
Mikudag 27. mai
Eitt korter við klassiskum
208859
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mai
Veðrið
208945
Mikudag 27. mai
Lokkin 1:2
109457
Mikudag 27. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208852