Veiðuloyvið hjá Anitu: Løgmaður avgerandi orðið

Veiðuloyvið hjá Anitu: Løgmaður avgerandi orðið
Umsitingin hjá Jacobi Vestergaard, landsstýrismanni, er ógegning, og tí er málið endað hjá løgmanni
 
24.06.2014 - 12:58

Løgmaður ger av, um garnaskipið Anita sleppur aftur til fiskiskap við føroyskum veiðiloyvi.

Tað sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, í svari til Gunnvør Balle, løgtingskvinnu. Hann sigur, at Vørn hevur nevnt møguleikan at taka aftur veiðiloyvi og tá øll fiskirættindini hjá Anitu.  Heimildina at gera tað hevur landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum.

Umsitingin ógegnig

Men av tí at umsitingin hjá landsstýrismanninum er ógegnig at viðgera málið, hevur løgmaður avgjørt sjálvur at viðgera og avgera, um veiðiloyvið hjá Anitu skal takast aftur. 

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, sigur eisini í svari sínum, at Anita fekk ikki loyvi til at blaka fisk út, tá gørnini vórðu drigin eftir at Anita hevði verið inni, tí manningin skuldi geva sjófrágreiðing um vanlukkuna 11.februar, tá Anita misti ein mann.

Vildi ikki gevast

Vørn gav skiparanum á Anitu boð um, at útblakingin var ólóglig. Men skiparin vildi ikki gevast, tí at frystilastin var sløkt fyri at gera pláss fyri øllum gørnunum. 

Fiskiveiðieftirlitið hevur ikki løgreglumyndugleika á sjónum og vildi ikki kalla Anitu inn, sum var einasta heimild til at forða útblakingini, fyrr enn øll gørnini vóru drigin, sigur Jacob Vestergaard.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. januar
Dansival
202653
Mikudag 14. januar
Skratsj 14. januar 2026
202650
Mikudag 14. januar
Ring munnrøkt kann elva til sjúku
202655
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 14. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202632
Týsdag 13. januar
Veðrið
202610
Týsdag 13. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
202571
Mánadag 12. januar
Veðrið
202554
Sunnudag 11. januar
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
202498