1000-2000 mist gørn fiska á landgrunninum

1000-2000 mist gørn fiska á landgrunninum
Skip, sum missa gørn, hava skyldu til at boða Vørn frá
Vørn gjørdi í 2006 eitt átak at dreggja, har garnaskip vanliga royna
 
25.06.2014 - 14:12

Tað kunnu standa millum 1000 og 2000 gørn kring oyggjarnar, sum eru mist, men sum kortini fiska.

Tað kemur fram í svarinum frá Jacob Vestergaard, landsstýrismanni, til fyrispurning frá Gunnvør Balle, løgtingskvinnu, um Anitu.

Ein av spurningunum frá løgtingskvinnuni var, um landsstýrismaðurin kann veita trygd fyri, at øll gørnini vórðu drigin? Svarið frá Jacob Vestergaard er nei, at tað kann hann ikki.

Altíð vandi at missa gørn

Hann sigur, at tá loyvt er at royna við gørnum undir Føroyum, er altíð vandi fyri, at skip missa gørn. Tey hava tó skyldu at fáa fatur á gørnunum aftur, og at boða Vørn frá, tá gørn verða mist.

Jacob Vestergaard sigur í svarinum, at Vørn í 2006 gjørdi eitt átak at dreggja, har garnaskip vanliga royna. Økið har dreggjað varð, strekti seg 13 fjórðingar ígjøgnum kantin norðan fyri Skeivabanka, millum 200 og 500 metra dýpi.

Fongurin var 77 havtaskugørn og eitt garnavarp við standara. Gørnini vórðu ikki fráboðað sum mist, og tað er ein greið ábending um, at mist grøn standa kring landgrunnin.

1000-2000 gørn

Út frá royndini í 2006, hevur Vørn mett, at tað kunnu standa millum 1000 og 2000 gørn kring oyggjarnar, sum eru mist, men eingin fráboðan er komin um tey, sigur landsstýrismaðurin í svarinum.

Elmar Højgaard, stjóri í Vørn sigur, at tað er sera sjáldan, at Vørn fær fráboðan um, at gørn eru mist.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 17. mai
Føroyskir sangir
208480
Sunnudag 17. mai
Bolero
208479
Sunnudag 17. mai
Guðstænasta í Argja kirkju
208477
Sunnudag 17. mai
Credo: Open doors
208404
Leygardag 16. mai
Jambalaja - 160526
208445
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 17. mai
Andaktin
208482
Sunnudag 17. mai
Guðstænasta við Harmonikuvinum
208481
Leygardag 16. mai
Hondbóltur: Føroyar - Bosnia
208449
Fríggjadag 15. mai
Veðrið
208424
Fríggjadag 15. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208400