Løgmaður vísir øllum aftur

Løgmaður vísir øllum aftur
Kaj Leo Holm Johannesen sigur, at alt, hann hevur sagt fyri løgtinginum í málinum Eysturoyartunnilin og endurgjaldsavtaluna við CIP, er satt
 
25.06.2014 - 15:19

Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, vísir staðiliga aftur, at hann skal hava gjørt avtaluna við CIP um endurgjald fyri, at CIP ikki slapp at gera Eysturoyartunnilin.

- Einki er broytt samanborið við tað, sum eg áður havi sagt í hesum málinum, og tað var ikki eg, men landsstýrismaðurin í innlendismálum, sum eftir ráðgeving frá fyrrverandi aðalstjóranum í Innlendismálaráðnum, Rúna Joensen, gjørdi avtaluna, sigur løgmaður.

Rúni Joensen segði fyrrapartin fyri kanningarstjóranum í Føroya rætti, at hóast Kári P. Højgaard formliga skrivaði undir, var tað løgmaður, sum gjørdi avtaluna við CIP.

Kaj Leo Holm Johannesen segði fyri løgtinginum, tá málið var frammi í fjør, at hann kundi ikki funnið uppá at gjørt eina slíka avtalu, men hetta stendur í andsøgn til tað, sum fyrrverandi aðalstjórin í Innlendismálaráðnum segði fyri kanningarstjóranum, Hans Gammeltoft-Hansen, undir vitnisábyrgd. 

Meiri um hetta í tíðindunum klokkan 18

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 21. mars
Jambalaja - 210326
205988
Leygardag 21. mars
Upp á tá - 200326
205987
Leygardag 21. mars
Morgunlestur leygardagur 21.mars 2026
205769
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 21. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205984
Fríggjadag 20. mars
Tinggáttin
205979
Fríggjadag 20. mars
KAKUMiKS 2 (1:7)
205963
Fríggjadag 20. mars
Javnaðarflokkurin í heita stólinum (7:7)
205949