Yvirfriðingarnevndin góðtekur havnarútbyggingina

Yvirfriðingarnevndin góðtekur havnarútbyggingina
Sambært uppskotinum verður havnin í Havn víðkað 163.000 fermetrar, og 700 metrar av atløgusíðu koma afturat
 
26.06.2014 - 07:48

Yvirfriðingarnevndin gav fyri tveimum vikum síðani loyvi til stóru útbyggingina á Eystaru bryggju í Havn.

Og í gjárkvøldið samtykti býráðið at játta eina millión krónur afturat teimum trimum, sum býráðið játtaði fyri einum góðum ári síðani. 30.mai í fjør samtykti býráðið at fara undir kanningar og fáa til vegar neyðugu loyvini til stóru havnarútbyggingina .  

Um Skansan sigur bygginevndin, at samskifti hevur verið við Fornminnisnevndina.  Umhvørvið við Skansan skal vera eitt trivnaðarøki eftir útbyggingina.

Leyst av fjøruni

Nýggja havnarlagið verður okkurt um hálvthundrað metrar leyst av fjøruni undir Skansanum, og har verður møguleiki at leggja smábátar.

Bygginevndin sigur eisini, at grótið til útbyggingina kann takast úr grótbrotinum á Gluvursnesi. Yvirfriðingarnevndin hevur góðkent, at grótbrotið verður víðkað. Men avtala um gróttøku er ikki gjørd við Búnaðarstovuna enn.

Neyðugt er at gera eina modellroynd, sum verður liðug í september í ár.

700 m av atløgusíðu

Sambært uppskotinum verður havnin í Havn víðkað 163.000 fermetrar, og 700 metrar av atløgusíðu koma afturat. 

Býráðið samtykti í gjárkvøldið við tíggju atkvøðum at játta eina millión krónur til fyrireiking og byggiskrá, og at kanningin, sum lýsir árinini á umhvørvið, verður send Umhvørvisstovuni til góðkenningar.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938