Hálvafjórðu milliard í skyldum fyri tænastumenn

Hálvafjórðu milliard í skyldum fyri tænastumenn
Í landsroknskapinum fyri 2013 kemur fram, at landskassin er bundin av skyldum til eftirløn til tænastumenn fyri hálvafjórðu milliard krónur
 
28.06.2014 - 14:33

Landsgrannskoðanin hevur ár undan ári funnist hvassliga at, at landið ikki hevur havt nøktandi yvirlit yvir hesar ovurstóru skyldurnar, at posturin ikki hevur verið við í landsroknskapinum, umframt at tað heldur ikki hevur verið lagt uppfyri vaksandi útgjøldunum fíggjarliga.

Gjaldstovan hevur seinastu árini arbeitt við at skráseta tænastumannaskyldurnar og fingið ein aktuar at meta um, hvat tað hevði kostað, um landið hevði keypt seg leyst frá sínum skyldum nú. Úrslitið er, at nettoskylda landskassans er 3,3 milliardir krónur - og tá eru skyldurnar til løgtings- og landsstýrisfólk IKKI taldar við.

Landskassin hevur skyldu at rinda teimum eftirløn, sum hava verið tænastumenn, løgmenn, landsstýrisfólk ella løgtingsfólk. Somuleiðis hevur landskassin partvísa og fulla skyldu fyri lærarar í fólkaskúlanum, á Sernámsdeplinum, í Adventistaskúlanum, á teknisku skúlunum, handilsskúlunum, Føroya Læraraskúla og fyri pedagogum á forsorgarstovnum, umframt á øðrum økjum, sum Føroyar hava yvirtikið úr Danmark.

Sum nevnt er uppgjørda upphæddin 3,3 milliardir krónur, men mett verður, at skyldurnar móti løgmonnum, landsstýris- og tingfólki telja nakrar hundrað millónir afturat, og so verður úrslitið, at landskassin er bundin av skyldum til eftirløn til tænastumenn og onnur fyri í øllum førum hálvafjórðu milliard krónur.

Í frágreiðingum seinastu mongu árini hevur Landsgrannskoðanin víst á, at umsitingin av tænastumannaeftirlønum als ikki hevur verið nøktandi.

Afturvendandi hevur grannskoðanin fílst á vandamál so sum:

-at samlaðu eftirlønarskyldurnar hjá landinum ikki hava verið tiknar við í landsroknskapinum,
-at eftirlønaraldur o.a. hjá tænastumonnum ikki hevur verið skrásett á ein skipaðan hátt,
-at fullfíggjað yvirlit ikki hevur verið yvir allar tænastumenn, ið eru ella hava verið í starvi,
-at vissa hevur verið fyri, at øll, ið hava eftirlønarrættindi, fáa eftirløn, herímillum hjúnafelagar og børn o.s.fr., og vandi hevur verið fyri, at fleiri av órøttum verða gloymd,

-at ymiskt er, hvar á fíggjarlógini eftirlønarútreiðslur verða játtaðar,

-at landið ikki hevur nóg gott yvirlit yvir verandi og komandi eftirlønarskyldur og eftirlønarútreiðslur.

Eisini hevur landsgrannskoðanin gjøgnum tíðirnar funnist at, at ongar metingar finnast av vøkstrinum í landsins útreiðslum til tænastumannaeftirlønir komandi 5, 10 ella 20 árini.

Skiftandi landsstýrisfólk í fíggjarmálum hava lovað bót og bata, og sum nevnt so hevur Gjaldstovan leingi arbeitt við at skráseta stóru skyldurnar. Enn manglar yvirlit yvir, hvussu nógv løgtings- og landsstýrisfólk eiga til góðar hjá landskassanum, umframt at fáa lagt uppfyri hesar stóru skyldur.

Í fjørheyst segði landsstýrismaðurin í fíggjarmálum við landsgrannskoðanina, at hann heldur tænastumanna-eftirlønirnar nú vera nøktandi umsitnar. Stórt sæð alt tilfar er fingið til vega, og tað síðsta verður skrásett nú, segði landsstýrismaðurin í oktober mánaði. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. januar
Bolero - Tónleikur til veturin
186189
Sunnudag 12. januar
Guðstænasta í Vestmanna kirkju
186188
Leygardag 11. januar
Jambalaja - 110125
186171
Leygardag 11. januar
2. Upp á tá - 100125
186170
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. januar
Guðstænasta úr Vestmanna kirkju
186190
Leygardag 11. januar
Nýggjárskonsertin 2025
186182
Fríggjadag 10. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186125
Fríggjadag 10. januar
Veðrið
186150
Hósdag 9. januar
Andaktin
186081