ES skal ávirkast at taka undir við hvalaveiði

ES skal ávirkast at taka undir við hvalaveiði
Grønland og Danmark hava boðið trimum ES-uttanríkisráðharrum til Grønlands
 
02.07.2014 - 11:11

Grønlendski landsstýrisformaðurin, Aleqa Hammond, hevur saman við danska uttanríkisráðharranum, Martin Lidegaard, boðið trimum ES-uttanríkisráðharrum til Grønlands í september.  

Talan er um uttanríkisráðharrarnar úr Fraklandi, Týsklandi og Póllandi. Hesi trý londini hava sambært Alequ Hammond stóra ávirkan á hvalaveiðipolitikkin hjá ES. 

Endamálið við innbjóðingini er at ávirka ES-londini, so tey fáa betri fatan av grønlendska tørvinum og ynskjunum í hvalaveiðispurninginum. 

Veiðan er burðardygg

- Vit ætla at vísa teimum, at grønlendska hvalaveiðan er burðardygg. Eg hugsi eisini, at slík vitjan hevur týdning fyri at fáa undirtøku fyri krøvum okkara, sigur Aleqa Hammond við grønlendska kringvarpið og vísir á, at fleiri ES-lond als ikki skilja grønlendsku mentanina og tørvin fyri hvalaveiðu. 

Grønlendska hvalaveiðan verður avmarkað av altjóða hvalaveiðunevndini. 

Teir tríggir uttanríkisráðharranir hava ikki svarað grønlendsku innbjóðingini enn.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. januar
RagnarRokk 22.januar 2026
201523
Hósdag 22. januar
RagnarRokk: Mads Erlend Ystmark um LÜT
201518
Hósdag 22. januar
RagnarRokk: Rod Usher um Alienated
201517
Hósdag 22. januar
Kvørnin: Trý nýggj stakløg
203086
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. januar
Veðrið
203084
Týsdag 20. januar
Veðrið
202979
Mánadag 19. januar
Veðrið
202926
Sunnudag 18. januar
Møti úr Missiónshúsinum í Leirvík
202840
Leygardag 17. januar
Andakt
202839