Tóra Petersen ph.d. í sálarfrøði

Tóra Petersen ph.d. í sálarfrøði
Tilfarið í ritgerðini umfatar m.a. eina spurnarkanning, sum varð gjørd millum ungfólk í Føroyum. 85 prosent svaraðu
 
02.07.2014 - 14:52

Mánadagin vardi Tóra Petersen ph.d.ritgerð sína um sálarlgar løstir hjá ungum við Syddansk Universitet. Ritgerðin kallast "Traumatisation in children and adolescents: A broad perspective".

Høvuðsendamálið við ritgerðini er at koma við nýggjari vitan um tær sálarfrøðiligu reaktiónir, sum kunnu koma, eftir at ung hava upplivað, ella verið úti fyri álvarsligum negativum hendingum, til dømis ferðsluvanlukku, álvarsligari sjúku, at avvarðandi brádliga doyr, harðskapi og happing.

85 prosent svaraðu

Ritgerðin er sett saman av seks vísindaligum greinum, harav fimm eru almannakunngørdar, og ein er send til metingar. Greinirnar taka útgangsstøði í dátum, sum eru savnað frá næmingum í áttanda flokki i Føroyum í 2010, men byggir eisini á dátur, sum vórðu savnaðar við sama spurnarblaði í Danmark, Ísland og Litava.

Tað serliga við føroysku dátunum er, at tað eydnaðist at fáa svar frá 85 prosentum av einum heilum árgangi, sum er einastandandi í altjóða høpi. Tað er eisini fyrstu ferð, at ein kanning av slíkum slaig er gjørd í Føroyum. Úrslitini vísa millum annað, at føroysk ung um 14-15 ára aldur ofta hava upplivað álvarsligar negativar hendingar.

Í ritgerðini vórðu  haraftrat kannaðir møguligir vandatættir fyri sjálvmorðsroynd millum føroysk ung.  Landssjúkrahúsið og Granskingargrunnurin fíggjaðu verkætlanina hjá Tóru Petersen.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 24. mars
Morgunlesturin týsdagur 24.mars 2026
205921
Mánadag 23. mars
Fótbóltsprát
206044
Mánadag 23. mars
Góðan morgun Føroyar
206034
Mánadag 23. mars
Morgunlestur mánadagur 23.mars 2026
205920
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 24. mars
Tinggáttin - teknmálstulkað
206085
Mánadag 23. mars
Tinggáttin
206081
Mánadag 23. mars
Veðrið
206070
Sunnudag 22. mars
Trapputing av Oyrasundi
206018