Fiskvinnuráðið: Skipini eiga at fáa egnar kvotur

Fiskvinnuráðið: Skipini eiga at fáa egnar kvotur
Ráðið umrøddi makrel- og sildakunngerðina í gjár, og hevur latið Fiskimálaráðnum sína niðurstøðu.
 
02.07.2014 - 15:32

Føroyska heildarkvotan av makreli í ár er 156.240 tons og sildakvotan er 40.000 tons.Nótaskipini fáa 70.000 tons av makreli og knappliga 21.000 tons av sildini. Nótaskipini fáa eginkvotur. Hitt verður býtt millum aðrar skipabólkar, sum fáa felagskvotur.

Føroysk skip kunnu fiska 46.850 tons av makreli í ES sjógvi og 54.684 tons í norskum sjógvi. Nótaskipini kunnu fiska knappliga 56.000 av sínum 70.000 tonsum í ES sjógvi og norskum sjógvi.

Fiskivinnuráðið umrøddi uppskotið til kunngerð í gjár, og heldur, at atlitið um størst møguliga virðisøking best verður rokkið, um allur makrelfiskiskapurin verður skipaður við eginkvotum. 

Olymiskur fiskiskapur

Fiskivinnuráðið staðfestir, at reguleringin av felagskvotuni við hámarki, serliga fyri lemmatrolararnar, kann væntast at føra til olympiskan fiskiskap og ein verri virðisvøkstur, enn um reguleringin var øðrvísi. Orsøkin er, at hámarkið er sett so mikið høgt, at ein minni partur av skipunum í bólkinum kann fiska alla kvotuna.

Fiskivinnuráðið heldur, at tveir mátar heilt ella partvíst at forða fyri olympiskum fiskiskapi.  Annar hátturin er at lækka hámarkið, so tað fylgir somu meginreglum sum í øðrum bólkum, so eigararnir kenna seg tryggari við at bíða við fiskiskapinum, til betri prísur fæst fyri makrelin. Hin hátturin er at seta tíðarfreist á, so lemmatrolararnir ikki kunnu byrja at fiska fyrr enn ávísan dag.

Umboðið fyri Føroya Reiðarafelag upplýsir, at umboð fyri lemmatrolararnar hava havt fund um uppskotið til kunngerð. Semja er um, at nú Føroyar eru við í strandarlandaavtalu um makrel, eigur dentur at verða lagdur á størst møguliga virðisøking, og at hetta hevði verið rokkið, um eginkvotur vórðu ásettar. 

Víst verður á, at tað hevði verið rættast at lemmatrolararnir byrjaðu seinni enn kunngerðin loyvir, ella 21. juli.

Heimaflotin ov lítið

Ráfiskaseljarafelagið heldur, at ov lítið er latið heimaflotanum, bert 4.200 tons, samstundis sum teir fýra flakatrolararnir í Barentshavinum fáa meiri, 4.400 tons.

Ført verður fram, at tað er ein vansi fyri bólk 3, 4, 5, garnaskip og skeljaskip, at treytir eru settar um, at hesir bólkar sleppa ikki at nýta trol og nót til makrelfiskiskapin. Av hesi orsøk eru bólkarnir útihýstir frá møguleikanum at fiska í norskum sjógvi og ES-sjógvi, og sostatt verður hesin partur av heimaflotanum verri fyri enn aðrir. 

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum hevur upplýst, at kunngerðin um makrel- og sildafiskiskapin verður lýst fríggjadagin.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. januar
Skratsj 21. januar 2026
203024
Mikudag 21. januar
Legg eina fíggjarætlan
203020
Mikudag 21. januar
Morgunlestur mikudagur 21. januar 2026
202877
Týsdag 20. januar
EM-tíðindi 20. januar 2026
202961
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. januar
Veðrið
202979
Mánadag 19. januar
Veðrið
202926
Sunnudag 18. januar
Møti úr Missiónshúsinum í Leirvík
202840
Leygardag 17. januar
Andakt
202839
Fríggjadag 16. januar
Hondbóltur: Føroyar - Sveis
202852