Samstarva um eldrarøkt

Samstarva um eldrarøkt
Eysturkommuna og Fuglafjarðar kommuna halda yvirtøkuna av eldraøkinum vera spennandi avbjóðing
 
03.07.2014 - 07:56

Eysturkommuna og Fuglafjarðar kommuna hava skrivað undir sáttmála um eldrarøktina, sum kommunurnar yvirtaka frá landinum á nýggjárinum. Uppí í avtaluni er eisini samstarv um heimatænastuna.

Heitið á samstarvinum er "Heimatænastan í Eysturkommunu og Fuglafjarðar kommunu", og sáttmálin er sendur Anniku Olsen, landsstýriskvinnu í almannamálum, til góðkenningar.

Hetta til nýggjárs verður yvirtøkan fyrireikað. Eysturkommuna og Fuglafjarðar kommuna halda yvirtøkuna vera spennandi avbjóðing, og siga seg fara at verða til reiðar at umsita eldraøkið 1. januar 2015, stendur á heimasíðuni hjá Eysturkommu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Vit nerta við tarmsjúku
212105
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Hósdag 20. august
RagnarRokk 20.august 2026
210713
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985