Leggja størri trýst á Putin

Leggja størri trýst á Putin
Týskland og Frakland vilja hava samráðingar millum ukrainsku stjórnina og loysingarherin har eysturi í landinum
 
03.07.2014 - 15:15

Týski samveldiskanslarin, Angela Merkel , og forseti Fraklands, Francois Hollande, hava staðiliga heitt á russiska forsetan, Vladimir Putin, um at fáa russisku loysingarherliðini í Eysturukraina at góðtaka eina vápnahvíld.

Fundur var í Berlin í gjár millum uttanríkisráðharrarnar í Russlandi, Ukraina, Týsklandi og Fraklandi.

Samráðingar um vápnahvíld

Har varð avtalað, at í seinasta lagi leygardagin skulu samráðingar vera byrjaðar um eina vápnahvíld millum ukrainsku stjórnina og loysingarherliðini har eysturi í landinum.

Tað er hesa avtalu Angela Merkel og Francois Hollande vilja hava Vladimir Putin at gera sítt til at fáa undirtøku fyri millum russiska fólkið í Eystur-ukraina, sum krevja loysing frá Ukraina. Bæði týski samveldiskanslarin og franski forsetin eru ótolin. Tey vilja hava frið í Ukraina sum skjótast, og vilja hava russiska forsetan at gera sína ávirkan galdandi.

Stóran týdning

Angela Merkel og Francois Hollande hava í telefonsamrøðum við Vladimir Putin gjørt honum greitt, hvussu stóran týdning tey halda, at avtalan millum uttanríkisráðharrarnar um vápnahvíld hevur - og at hon fæst at halda.

Russland hevur áður stuðlað royndum at fáa uppreistrarliðini í Eysturukraina at samráðast við stjórnina í Kiev, men uttan úrslit.

NATO hevur skuldsett Russland fyri at lata russisk vápn og stríðshugaðar russarar, sum taka undir við ukrainsku loysingarherliðunum, fara um ukrainska markið

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. september
Jambalaja - 260926
213836
Leygardag 26. september
Upp á tá - 250926
213832
Fríggjadag 25. september
Vikuskiftið 25 sept 2026
213811
Fríggjadag 25. september
LEITISSTEIN 25.09.2026 (Benjamin Djurhuus)
213801
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650