- Tíðindi, mentan og ítróttur
Faroe Origin: Nú vænta vit at tað fer at bera til
Faroe Origin hevur verið tungur burður hjá eigarunum, Framherja, Varðanum og Bacalao, sum í 2011 keyptu tað, sum eftir var av Faroe Seafood.
Feløgini settu 50 milliónir kr. í felagið, men tað hevur ikki gingið eftir vild, og í fjør var partapeningurin mistur. Tá settu feløgini aftur 14 milliónir kr. í Faroe Origin, men tann partapeningurin er eisini farin. Sostatt hava eigararnir mist 64 milliónir kr. hesi trý árini.
14 mió. kr. afturat
Nú hava feløgini aftur sett 14 milliónir kr. í felagið, og nú vænta tey at fyritøkan fer at bera seg, sigur Anfinn Olsen, stjóri. Hann sigur, at eigararnir í fjør avgjørdu at avskriva tað, sum Faroe Origin skyldaði eigarunum, og tí var úrslitið í fjør ikki negativt.
David Jacobsen, tekniskur stjóri í Faroe Origin, sigur, at tá fyritøkan byrjaði, gekst væl, tí væl av fiski var at fáa ta fyrstu tíðina. Men síðani hevur ikki gingið serliga væl, tí lítið av fiski hevur verið at fingið. Tað hevði við sær, at felagið avgjørdii at leggja tveir trolarar, Rók og Lerk í fjør. Felagið keypti eisini tveir trolarar úr Vági, sum fingu navnið Skúgvur og Munkur. Teir vórðu keyptir fyri at fáa skipunum fleiri fiskidagar.
Nú eru Rókur og Lerkur farnir aftur í vinnu, tí teir eru størri og betri skip enn Skúgvur og Munkur, sum eru lagdir. Teir eru lýstir til sølu, men fiskidagarnir fylgja ikki við. Onkur fyrispurningur er komin, men einki ítøkiligt boð, tí skipini verða seld uttan fiskidagar, sigur David Jacobsen. Fiskidagarnir, sum Skúgvur og Munkur áttu, skulu hinir seks trolararnir hjá felagnum brúka.
Færri fiskidagar
- Tað er neyðugt at keypa fiskidagar, tí talið av fiskidøgum, sum skipini eiga, minkar ár um ár, sigur tekniski stjórin.
Faroe Origin eigur flakavirkið í Runavík og virkið á Toftum. Felagið sjálvt nýtir bert virkið í Runavík, og hevur leigað virkið á Toftum til Vaðhorn. Virkið í Vestmanna var eisini við í keypinum, men tað varð selt fyri tveimum árum síðani.David Jacobsen sigur, at felagið hevur nýtt nógvar pengar til virkið í Runavík, sum nú virkar betur. Nógvir pengar eru eisini nýttir til skip, so samanlagt hava útreiðslurnar verið stórar.
Men nú sær bjartari út, sigur David Jacobsen. Og við at seta 14 milliónir kr. í nýggjum partapeningi í Faroe Origin, vænta eigararnir, at tað fer at bera til, sigur Anfinn Olsen, stjóri.