- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ráðharri kannar málið um mistar barnapengar

Aksel
Johannesen setti í farnu viku danska skattamálaráðharranum, Thor Møger Pedersen,
fyrispurning um nýggja upptjenings meginregluna, sum hevur rakað fleiri
føroyingar, ið eru fluttir til Danmarkar eftir 1. januar 2012. Nýggja
meginreglan hevði við sær, at føroyskar barnafamiljur, ið ikki hava havt bústað
í Danmark í 2 ár innanfyri tey seinastu 10 árini, missa rættin til
barnapengar.

Thor
Møger Pedersen hevur nú svarað Aksel Johannesen, at hann er sinnaður at bøta um
lóggávuna og vil kanna møguleikan fyri, at upptjenings meginreglan verður rættað
til at fevna um bústað innan allan ríkisfelagsskapin og ikki bert í Danmark.

"Jeg har på den baggrund bedt mine embedsmænd undersøge disse regler nærmere med henblik på at vurdere mulighederne for en justering af optjeningsprincippet på dette punkt," skrivar danski skattamálaráðharrin millum annað í svari til føroyska fólkatingsumboðið.

Aksel
Johannesen fegnast um, at
skattamálaráðharrin nú er sinnaður fara víðari við málinum:

- ?Hetta er eitt
óheppið mál, ið rakar nógvar føroyskar barnafamiljur. Tí fegnist eg serliga
um, at ráðharrin nú tekur málið upp
og kannar møguleikarnar. Tað er av alstórum týdningi, at vit innan ríkisfelagsskapin ikki økja um
marknaforðingar, men at vit gera tað so smidligt sum gjørligt at ferðast millum
londini, sigur føroyski fólkatingslimurin í skrivi.