Bæði til keyp og uppsparing

Bæði til keyp og uppsparing
Húsarhaldini í Føroyum vænta minni arbeiðsloysi og betri búskap hetta til næsta summar. Vísitalið ikki verið hægri
Fólk hava nógvar pengar, men brúka ikki allar. Nakað verður eftir til uppsparing
 
10.07.2014 - 07:23

Húsarhaldini í Føroyum vænta at hava pengar at keypa fyri og at seta á bók. 

Og bæði tey, sum selja vørur, og tey, sum selja tænastur, vænta at selja meira hetta til næsta summar. 

Konjunkturvísitølini hjá handilsvinnuni og tænastuvinnuni eru hækkað nógv í ár.

Hjá handilsvinnuni var vísitalið 9 í januar. Tað var 29 í juni.

Hjá tænastuvinnuni var vísitalið 17 í januar. Tða var 56 í juni.

Orsøkin er rætt og slætt størri eftirspurningur og søla, sigur nýggjasta konjunkturkanningin hjá Fíggjarmálaráðnum.

At tænastuvinnurnar siga seg hava so stóra framgongd og vaksandi eftirspurning er tekin um, at samanumtikið er eftirspurningurin í samfelagnum eftir vørum og tænastum vaksandi, sigur Fíggjarmálaráðið.

Hægsta vísital  

Og millum teirra, sum keypa vørur og tænastur, eru húsarhaldini. Hjá teimum er vísitalið støðugt hækkað úr minus 29 fyri seks árum síðani, í juni 2008, upp í pluss 13 í juni í ár. 

13 er hægsta vísital, sum er skrásett, síðani húsarhaldini vórðu spurd fyrstu ferð, og tað var í januar 2006. 

Sambært kanningini hjá Fíggjarmálaráðnum eru fólk bjartskygd, tí tey vænta minni arbeiðsloysi og framgongd í búskapinum yvirhøvur næstu 12 mánaðarnar.

Og umframt at keypa meira vænta nógv húsarhald, at tey fara at hava pening til uppsparing næsta árið. 
   

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 17. mai
Føroyskir sangir
208480
Sunnudag 17. mai
Bolero
208479
Sunnudag 17. mai
Guðstænasta í Argja kirkju
208477
Sunnudag 17. mai
Credo: Open doors
208404
Leygardag 16. mai
Jambalaja - 160526
208445
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 17. mai
Guðstænasta
208481
Leygardag 16. mai
Hondbóltur: Føroyar - Bosnia
208449
Fríggjadag 15. mai
Veðrið
208424
Fríggjadag 15. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208400